Føroyskt frímerki við serligum eginleikum

Nú gevur Posta talgilt frímerki út, sum bæði kann fortelja søgu og vísa film

 

Fríggjadagin gevur Posta trý nýggj frímerki út. Men hetta eru ikki heilt vanlig frímerki

 

Tey hava nevniliga ein heilt serliga eginleika, sum ikki áður er sæddur á føroyskum frímerkjum.

 

- Nýggja tøknin kann geva frímerkjasavnarum og øðrum áhugaðum eitt serstakt upplivilsi, sigur Posta.

 

Nýggja tøknin nevnist ”Augmented Reality” ella AR, og hon leggur eitt eyka lag av upplýsingum omaná veruleikan.

 

Eitt dømi um AR kundi verið, at vendir tú telefonini ímóti stjørnuhimmalinum, so sært tú  nøvnini á stjørnumyndunum á telefonini.

 

Á nýggju frímerkjunum hjá Posta, er Myndevnið, Nordafar, sum var eitt týðandi kapittul í føroyskari vinnulívssøgu í 20. øld.

 

Síðani 1927 hevði Føroyingahavnin sunnan fyri Nuuk verið miðstøð fyri tí føroyska grønlandsflotanum, og í 1953 stovnaðu norðmenn, danir og føroyingar, A/S Nordafar.

 

Nordafar hevði stóra útgerðarstøð og framkomið flakavirki í Føroyingahavnini. Í sekstiárunum vóru upp ímóti 2.000 føroyingar í Grønlandi um árið við trolarum, línuskipum, skonnartum og útróðrarbátum.

 

Søgan um Nordafar er so mikið áhugaverd, at Føroyar og Grønland avgjørdu at samstarva um eina frímerkjaútgávu um evnið. Svenski gravørurin, Martin Mörck varð biðin um at sniðgeva og gravera frímerkjaarkið við trimum frímerkjum.

 

Tað, at Posta fekk møguleikan at nýta nýggja tøkni á hesum frímerki, ger útgávuna enn meira áhugaverda.

 

- Við at taka niður eina ókeypis app og skanna frímerkjarkið við snildfon ella teldli, gerast myndirnar og søgan um Nordafar livandi í einum áhugaverdum stuttfilmi, sum lýsir tíðina, tá Nordafar var í besta blóma og hvussu har sær út í dag.

 

Posta sigur, at Appin, sum kann takast niður frá App Store og Google Play, nevnist Sepac stamps.