Føroyskt dreymamál ferðast kring heimin

Dreymaskotið hjá Jóannesi Bjartalíð er at finna á altjóða fótbóltsheimasíðum í dag

Jóannes Bjartalíð skoraði eitt satt dreymamál fyri U18 liðið hjá KÍ í gjárkvøldið. Jóhan Thomsen var til staðar við upptøkutólinum og fekk málið við.

 

Til ber at síggja málið við at trýsta á pílin á myndini

 

Nú er málið farið í umfar kring allan heimin. Heimasíðan 101greatgoals.com hevur lagt málið við tekstinum: “BOOM! Joannes Bjartalio’s amazing goal from under-18 league in Faroe Islands”

 

Meiri verður at frætta um málið á in.fo.