Føroyskt DJ par endar kvøldið á Christiania

Tá fjølbroytta føroyska tónleikakvøldið í Operaen á Christiania fer at halla í annaðkvøld, tekur DJ parið DJ Sugardaddy & Honnypie yvir.

Tá fjølbroytta føroyska tónleikakvøldið í Operaen á Christiania fer at halla í annaðkvøld, tekur DJ parið DJ Sugardaddy & Honnypie yvir.

Knút, Lena Anderssen, og teir báðir Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen, ið manna Vágaverk vera at hoyra í operaini. Men nú er eisini greitt, at eftir konsertina fara føroyskir DJ at undirhalda.

DJ Sugardaddy & Honnypie eru DJ nøvn fyri Knút Háberg Eysturstein og Solveig Hanusardóttir Olsen.

Tiltakið byrjar kl. 22 og heldur á langt út í náttina.