Føroyskt Basalt-vatn til fínar matstovur

Vatn úr Sumbiarbergholinum kallast nu Basalt og skal útflytast til fínar matstovur uttanlands.

 

Eksklusivar glasfløskur við vatni úr Sumbiarbergholinum skulu nú seljast til útlandið undir navninum Basalt.

- Eg havi ongantíð ivast í, at hetta er heimsins besta vatn, og skotsmálini, sum smakkiroyndirnar hava fingið frá serfrøðingum, hava eisini verið sera jalig, sigur Fimmboði Lisberg, sum er høvuðsmaður í Basalt verkætlanini.

Síðani 2006 hevur Fimmboði Lisberg við hjálp frá øðrum arbeitt við at gagnnýta vatnið úr Sumbiarbergholinum. Fyrstu tíðna vóru dunkar við 20 litrum av vatni seldir, men ætlanin var alla tíðina at gera eitt meira eksklusivt konsept. Og tað konseptið er nú klárt. 

- Vatnfløskurnar hjá okkum verða ikki at finna á eini og hvørjari hjørnakiosk. Tvørturímóti skalt tú næstan leita eftir tí fyri at finna tað. Hetta er eklsklusivt vatn til ovastu hill, sigur Fimmboði Lisberg. 

- Vit velja varisliga okkara málbólk og fara at brúka menniskjaskaptar relatiónir til útbreiðslu av vøruni. Tí koma tit ikki at síggja pompøsar sjónvarpslýsingar í Champions League hálvleikunum nú í vetur, sigur hann. 

Basalt skal fyrst og fremst á norðureuropeiska matstovumarknaðin, tí har er besti møguleikin at vinna inn á matstøðum og gistingarhúsum við vatninum.

Fimmboði Lisberg greiðir soleiðis frá um vatnið:

- Upprunin til vatnið er regn, sum er fallið niður í fjallalendinum rundan um Hestin nærindis Beinisvørið. Regnið seyrar ígjørnum rivur í basaltinum, og tá basalt er eitt basiskt grótslag, verður eisini vatnið ávirkað av hesum og fær eitt rættiligani høgt pH-virðið. Tí verða vatnfløskurnar kallaðar  Basalt. Í basaltinum sita eisini fragmentir av sosteini – Zeolit – sum tekur tey hørðu stoffini burturúr vatninum og ger tað bleytt. Bleytt vatn við høgum pH-virði er ein heilt sermerkt vøra. Basalt er tí ein sera mildur drykkur ið er vælegnaður til mildan mat, t.d. fisk og ljóst kjøt og annars ikki so sterkt kryddraðan mat. Somuleiðis er tað eisini sera væl  egnað til alskyns sløg av víni, við tað at tað ikki yviragerar og køvir tær fínu nuancurnar. Júst hesin eginleikin ger vatnið serligt. Tá næstan allur matur vit eta og vín vit drekka eru súr, so eru allar góðar grundir til at javna við basiskum vatni afturvið.