Føroyskir tónleikarar á konsertferð

...

Øssur Bæk, violin, og Jóhannes Andreasen, klaver, fara í februar mánað á konsertferð í Føroyum, Íslandi og í Danmark.

Tilsamans halda teir seks konsertir á ferðini.

Konsertirnar í Føroyum verða í Trongisvágs skúla tann 13. februar, í Runavíkar skúla tann 14. febr. og í Norðurlandahúsinum tann 15. febr. Síðan verður farið til Íslands, har tann fyrra konsertin verður á Tónlistaskúlanum í Keflavík 17. febr. Seinna konsertin í Íslandi verður 18. febr. í Norrænahúsinum í Reykjavík.

Seinasta konsertin á ferðini verður í Rundatornið í Keypmannahavn tann 21. febr.

Á skránni verða 2 sonatur eftir W. A. Mozart og J. Brahms. Divertimento eftir Stravinsky og at enda tað flotta Caprice opus 24 eftir Saraste.

Tað er konsertfelagið, sum saman við tónleikarunum, Norðurlandahúsinum og Kunningarstovuni í Havn sum skipa fyri.