Føroyskir stuttfilmar á Christiansborg

Tveir stuttfilmar hjá Sakarisi Stórá verða vístir á mentanarnáttini í Keypmannahavn.

Talan er um stuttfilmarnar Summarnátt og Vetrarmorgun.

Mentanarnáttin í Keypmannahavn verður tann 10.oktobur, og tá verður allur býurin karmur um nógv ymisk mentanartiltøk.

Sum vant á mentanarnátt, verða dyrnar á Christiansborg latnar upp fyri vitjandi, sum hava ognað sær Kulturpass.

 

Eins og undanfarna ár verður eisini høvi at uppliva eitt sindur av føroyskari mentan á Christiansborg hetta kvøldið. 

 

Tað eru føroysku fólktaingslimirnir, Edmund Joensen og Sjúrður Skaale, sum fara at skipa fyri einum føroyskum mentanartiltaki.

Umframt at síggja stuttfilmar, verður eisini møguligt at royna føroyskan mat og at hoyra føroyskar tónar frá bæði Eivør, Una Debess og Mannbjørn Anthoniussen.