Føroyskir sniðgevar klæða vættrarnar

Allar 38 vættrarnar í jólabýnum hjá SMS eru ílatin føroyskar húgvur og troyggjur.

Tá jólabýurin í SMS letur upp klokkan 16.30 í dag, er tað við ikki sørt av føroyskum íblástri. Í ár eru nevniliga allir vættrarnir, og jólamaðurin, ílatin føroyskar troyggjur.

SMS hevur nevniliga heitt á føroyskar sniðgevar um at sniðgeva, seyma og binda føroyskar troyggjur til íbúgvarnar í jólabýnum. 

- Í ár ynsktu tey beinleiðis at fáa heit klæði, annars vildu tey ikki koma heilt norður í føroyska kuldan. Tey vistu um heitu klæðini, sum føroyingar ganga í - heitar og tjúkkar troyggjur, sum mammur, ommur, mostrar og fastrar hava bundið. Og hetta vildu tey eisini hava, sigur Regin W. Dalsgarð, marknaðarstjóri í SMS.

Allar 38 vættrarnar hava nú føroyska troyggju og føroyska húgvu at lata seg í. Nógv annað er eisini bundið og seymað, millum annað anorakkar, kjólar, jakkar, kot, og so hava vættrarnar eisini fingið nýseymaðar skjúrtur.