Føroyskir serbar savna neyðhjálp

Nógvu ofrini fyri vatnflóðini í Serbia og Bosnia hava stóran tørv á klæðum og neyðsynjarvørum

Hervilig vatnflóð hevur mest sum lagt stór øki í Serbia og Bosnia í oyði. Fleiri enn 20 fólk hava latið lív, og myndugleikarnir hava flutt 15.000 fólk burtur frá raktu økjunum.

 

Fleiri serbar eru búsitandi í Føroyum, og tey skipa nú fyri innsavnan av klæðum, sum kunnu sendast neyðstøddu fólkunum. Á Facebook eru fleiri, sum heita á fólk um at koma við góðum heitum klæðum, skóm, blæðum og teppum, um fólk kunnu vera hesi fyriuttan.