Føroyskir pápar minst saman við børnunum

Av øllum norðurlondum, eru føroyskir pápar teir, sum eru stytst í barsilsfarloyvi

Føroyskir pápar eru teir, sum eru minst saman við sínum nýfødda barnið.

 

Tað vísir ein samanbering av barsilsskipanunum í øllum norðurlondum, sum Nososko hevur gjørt. 

 

Í Danmark varð barnsburðarfarloyvið longt til eitt ár í 2002, men tað eru foreldrini sjálvi, sum gera av, hvussu farloyvið verður býtt teirra millum.

 

Í Íslandi var nýggj lóggáva um barnsburðarfarloyvi sett í gildi fyri nøkrum árum síðani og tá vórðu 13 vikur markaðar til pápan, eins og mamman hevur

 

Síðani hava munandi fleiri menn enn áður, fingið barsilsgjald í sambandi við barnsburðarfarloyvi.

 

Í Noregi fingu pápar stigvíst víðkað farloyvi úr 4 vikum upp í 12 vikur í tíðarskeiðinum 2005 - 2011.

 

Higartil vísa hagtølini, at alsamt fleiri pápar fáa barsilsgjald.

 

Tølini úr Svøríki vísa eisini, at pápar eru alsamt meiri í barsilsfarloyvi, men skipanin í Svøríki er øðrvísi enn aðrastaðni og tær kunnu tí ikki heilt samanberast.

 

Í Føroyum og Finnlandi eru ongar serligar pápakvotur, umframt eitt tíðarskeið í sambandi við føðingina

 

Men sum talvan vísir, eru ábendingar um, at tað er samsvar ímillum pápakvotur og talið av monnum, sum fara í farloyvi.

 

Talvan vísir, hvussu stóran part av barsilsfarloyvinum teir brúka av farloyvinum, foreldrini fáa tilsamans.

 

Talvan vísir, at føroyskir pápar brúka bara gott fimm prosent av barsilsfaroyvinum, men íslendskir pápar brúka sløk 30 prosent.