Eingir pápar í øllum norðurlondum eru so trekir at fara í barsilsfarloyvi, sum pápar í Føroyum.
Tað vísir ein uppgerð, Vinnumálaráðið hevur gjørt, nú ætlanin er at broyta barsilsskipanina.
Samatundis vísir uppgerðin, at alsamt færri og færri pápar fara í barsilsfarloyvi og talið hevur ongantíð verið so lágt, sum nú.
Uppgerðin vísir, at í 2002 vóru 58 prosent av pápunum í Føroyum barsilsfarloyvi, men í 2011 var hetta talið minkað niður í 56 prosent.
Samstundis vísa tølini, at føroyskir pápar brúka bara 5,8 prosent av tíðini, sum barsilsfarloyvi er tilsamans.
Í Íslandi brúka páparnir 29 prosent av øllum barsilsfarloyvinum og í Svøríki brúka teir 23,7 prosent.
Í Finlandi brúka páparnir 8,3 prosent av barsilstíðini.
Men nú skulu føroyingar eggjast at fara longri í barsilsfarloyvi.
- Fyri Javnstøðuna, og fyri tilknýtið til barnið, er tað ynskiligt, at pápar nýta ein part av barsilsfarloyvinum, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, nú uppskot verður lagt fyri Løgtingið í næstum um at bøta um barsilsskipanina.
Tí er ætlanin, at nú skulu pápar hava tilboð um at fara í barsilsfarloyvi í seks vikur. Men taka teir ikki av, fella tær vikurnar burtur, tí hann kann ikki lata mammuna yvirtaka tær.
- Tað er heilt týðiligt, at pápar fara nógv longri í barsilsfarloyvi í teimum londunum, her ein partur av barsilsfarloyvinum er til pápan burturav.
Í Íslandi eigur pápin tríggja mánaða barsilsfarloyvi, í Noregi hava teir 14 vikur og í Svøríki hava teir tveir mánaðir.
Í Føroyum eiga teir bara fýra vikur, men nú er so ætlanin at hækka tað upp í seks vikur.










