Fyri stuttum vóru føroyskir skúlanæmingar við í eini norðurlendskari kapping við skúlanæmingar úr øðrum norðurlondum.
Talan er um eina styrkiroynd, har næmingar í sjeynda og áttanda flokki kappast í ymsum kropsligum venjingum.
Kappast verður í átta greinum: Armtoyggingar, búkkreppan, ryggtoyggingar, Hoppa um band, bummur til javnvigan, rennibreyt, hanga í rim, stepproynd.
Skúlablaðið skrivar, at kappingin er skipað ígjøgnum internetið, har flokkar melda til og har úrslitini verða løgd inn.
Í ár vóru 115 skúlar við tilsamans 190 flokkum við í kappingini og tað er runt roknað tvær ferðir so nógv sum í fjør.
Úr Føroyum vóru fýra 7. flokkar við í kappingini, men ongin áttandi flokkur helt seg framat, sigur Skúlablaðið.
Talan var um 7. flokk á Eiði, 7. B í Runavík, 7. B á Venjingarskúlanum og 7 A/B í Kommunuskúlanum.
Men tíverri var ongin føroyskur flokkur millum vinnararnar, sigur Skúlablaðið.
Hjá 8. flokkunum vann ein flokkur úr Finnlandi og ein norskur flokkur gjørdist nummar tvey.
Hjá 7. flokkunum vann ein flokkur úr Norra og ein danskur flokkur gjørdist nummar tvey.
Besti 8. flokkur fekk 7.500 danskar krónur og næstbesti 8. flokkur fekk 2.500 krónur.
Besti 7. flokkur fekk 5.000 danskar krónur og næstbesti 7. flokkur fekk 2.000 krónur.
Lutakast var um 5 vinningar á 2.000 dkr. millum allar 7. og 8. flokkar, sum høvdu latið úrslit inn og heldur ikki í hesum føri var nakar av føroysku flokkunum at finna ímillum vinnararnar.
Kappingin verður aftur næsta ár, sigur Skúlablaðið.
|










