Tríggir næmingar á Føroya Handilsskúla, kunnu nú kalla seg evropameistara í íverkseting.
Teir tríggir næmingar vunnu DM- kappingina fyrr í ár og komu sostatt víðari til EM-kappingina, sum nú hevur verið í London.
New York Stock Exchange Euronext,NYSE EURONEXT metti, at føroyingarnir Rani Gærdbo, Herman Winther og Tórur Hansen, høvdu besta forrætningsforstáilsi, og at teir megna at gagnnýta rávørur og høli í teirra egna umhvørvi, at skapa eina burðardygga framleiðslu, at marknaðarføra vøruna og harumframt hava teir gott innlit í fíggjarlig viðurskiftir.
Harafturat mettu NYSE EURONEXT, at Faroese Sea Salt var tað virkið, sum møguligir íleggjarar helst vildu gera íløgur í, og sum høvdu størsta møguleikan at klára seg framyvir. Hetta er ein tann størsti heiðurin, ið Faroese Sea salt kundu fáa í kappingini.
Brynhild Høyer, ið hevur verið lærari og ráðgevi, heldur at næmingarnir hava viljan, áræði og førleikarnir, ið skulu til fyri at gera verkætlanina til veruleika.
Kappingin for fram í Wembley í London. Wembley verður ofta nevnt “Venue of Legends”, og tí var mett, at hetta staðið var hóskandi til hesa týdningarmiklu kapping.
Yvir 400 luttakarar úr 36 evropeiskum londum hava verið við í kappingini íroknað næmingar, lærarar og umboð fyri Young Enterprise . Allir næmingar, ið hava luttikið í kappingini høvdu longu víst, at teir vóru bestu umboð fyri teirra land, og tað var imponerandi at síggja so nógv ung fólk, ið megna at arbeiða við nýskapan og íverksetan. Faroese Sea Salt vann sum sagt kappinigna fyri Best Business Model Award, meðan annað virki vann samlaðu kappingina.
- Føroya Handilsskúli vil nýta høvi at ynskja Faroese Sea Salt hjartaliga tillukku við avrikinum í evropameistarakappingini í Ungum Virki, sigur Helena Dam á Neystabø, skúlastjóri.
- Tað verður dag og dagliga gjørt vart við, at okkum tørvar íverksetarar við neyðugu førleikunum, røttu hugskotunum og viljanum at fara undir at stovna egið virki. Og at hugskotið er so mikið gott, at mett verður at íleggjarar vilja satsta uppá hugskotið.
- Tað er av stórur týdningi at vit menna júst hesar førleikar, og eru vit á Handilsskúlanum tí serliga fegin um, at vit eru á rættari leið, leggur hon afturat.