Føroyskir meslingar gjørdu Panum heimskendan

P.L. Panum gjørdist heimskendur fyri sínar læknaligu eygleiðingar um meslingafarsóttina í Føroyum í 1846.

Í 1846 vóru P. L. Panum og A. H. Manicus sendir til Føroya at eygleiða og kanna eina herviliga meslingafarsótt, sum gekk í Føroyum. Greinin, sum spurdist burtur úr ferðini, gjørdi Panum heimskendan. Greinin gjørdist slóðbrótandi fyri vitanina um bæði meslingafarsóttir og aðrar umfarssjúkur. Greinin elvdi eisini til mikið kjak millum føroyskar studentar í Danmark, sum hildu, at Panum var ov atfinningarsamur um lívshátt, matmentan og reinføri føroyinga.

 

Greinin hjá Panum er júst almannakunngjørd á eini heimasíðu, sum Fróðskaparfelagið og Føroya Landsbókasavn hava stovnað, sum eina markering av føðingardegi Fróðskaparsetursins. Fleiri onnur aldargomul skjøl, ið enn ikki hava verið atgeingilig hjá almenninginum, eru løgd út á síðuna.

 

Í nýggjastu útgávuni av Frøði verða fleiri av aldargomlu vísindaligu skjølunum viðgjørd, milum annað greinin hjá Panum, ið verður viðgjørd í tveimum umførum.

 

Pál Weihe viðgerð greinina úr einum læknafrøðiligum sjónarhorni, meðan Helgi Jacobsen viðgerð greinina úr einum søguligum sjónarhorni.