Føroyskir menn seta met í brúk av Viagra

Ongantíð áður hava føroyskir menn brúkt so nógv Viagra, sum teir gjørdu í fjør

Seinastu trý árini er brúkið hjá føroyskum monnum av Vigra og líknandi heilivági vaksið við meira enn 50 prosentum.

Viagra og líknandi heilivágur kann hjálpa monnum, ið hava erektiónstrupulleikar.



Uppgerð hjá Apoteksverkinum vísur, at í 2011 var brúkið av Viagra og líknandi heilivági 461 DDD/1000 menn/ár. Hetta er eitt mátieind, sum byggir á samdøgurskamtir. Í fjør var talið vaksið upp í 711. Hetta er ein vøkstur upp á 54 prosent.

Brúkið av Viagra hevur havt vaksandi tendens seinnu árini, og í fjør gjørdi sølan eitt ordiligt lop upp frá.




Í Rás2 Seinnaparti í dag verður tosað við lækna um Viagra heilivágin, og um hví nýtslan er nógv vaksandi í Føroyum. Rás2 Seinnapartur kann hoyrast frá kl. 13.00.