Føroyskir læknar uttanlands heita staðiliga á Karsten Hansen um at sleppa ætlanini um at skipa dialysu viðgerð í Klaksvík
Tað siga 18 føroyskir læknar, sum eru undir útbúgving uttanlands.
Teir siga, at heldur Karsten Hansen fast um ætlanina at skipa dialysu í klaksvík, er væl hugsandi, at føroyskir læknar, sum eru undir útbúving ikki koma heimaftur.
Teir halda, at tað eru nógv, sum talar ímóti at spjaða dialysuvigerðina í Føroyum á fleiri sjúkrahús.
Vera broytingar av hesum slag settar í verk, er ikki óhugsandi, at serlæknar setast aftur og vera verandi uttanlands, vegna hesar fakligu ónøktandi arbeiðsumstøður, siga teir 18 læknarnar.
Trýst HER fyri at les teirra hugsan |