Tað er einki at ivast í, at føroyskir fiskimenn fara at missa ein part av síni inntøku. Tað var seinasti boðskapurin hjá Eyðsteini Djurhuus til føroyskar fiskimenn, áðrenn hann legði frá sær sum formaður í Skipara- og navigatørfelagnum.
Á aðalfundinum beint fyri nýggjár, takkaði hann fyri seg sum formaður í felagnum, men nú hann handar eftirmanninum, Annfinni Garðalíð, formansstólin, vísir hann samstundis á, hvussu óhepnað støðu, fiskimenn eru komnir í. Fiskiskapurin hevur verið vánaligur í fleiri ár, serliga eftir toski og hýsu og fleiri hava mist vónina og trúnna uppá, at tað nakrantíð fer at bragda aftur. - Mong siga, at vit mugu tillaga okkara flota og tal á fiskimonnum til tann fiskiskap, sum nú er, staðfestir Eyðstein Djurhuus. - Men Við verandi gongd, kunnu vit skjótt koma í ta støðu, at tá fiskurin kemur aftur, hava vit hvørki skip, fólk ella virki at arbeiða fiskin. - Veiðan seinastu árini hevur bert verið ein brøkpartur av søguligu veiðini, leggur hann afturat.
Hann vísir á, at avtalan um makrelin, og aðrir fiskivinnusáttmálar, geva nógvum skipum betri veiðimøguleikar aftur. - Men vit mugu eisini lata nakað aftur fyri hesi rættindi og nú koma norsku línuskipini aftur inn á okkara landgrunn, at kappast við okkara hart sperda línuskipaflota, sigur Eyðstein Djurhuus.
Hann vísir eisini til tað rumbul ið hevur staðist av, at okkara fiskirættindi verða latin einstaklingum, bæði sum eginkvotur og sum felagskvotur. - Tað er ein stór ábyrgd at umsita og býta hesi rættindi nøkulunda rættvíst, og nógvar atfinningar eru av skipanini og soleiðis sum hon verður umsitin og orð sum gávubúð, spekulatión og mutur eru javnan at hoyra í hesum orðaskifti. - Fiskivinnunýskipanin hjá sitandi samgongu, tykist at verða vorðin ein kastibløka í politisku telvingini um maktina í landinum.
Men Eyðstein Djurhuus staðfestir, at gongdin seinastu árini, við stórum vinningi til uppsjóvarskipini, hevur ført til, at næstan øll fiskivinna, bæði á sjógvi og landi, er miðsavnað á sera fáum hondum. - Maktjavnvágin ímillum politisku skipanina og vinnuna hevur flutt seg. Og hetta hendir, hóast tað er politiska skipanin, sum skal eitast at hava ræðið á sjálvum fiskirættindunum og sum hevur heimild at áseta tilfeingisgjøld eftir egnum tykki.
Fráfarni formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum heldur, at tað er sera ótrygt fyri alla fiskivinnuna, at sjónarmiðini hja báðum vengrunum í føroyskum politikki eru so grundleggjandi ymisk. - Annar vongurin vil varðveita verandi skipan við onkrum smávegis tilfeingisgjøldum og øðrum smærri broytingum, men hin vongurin vil avtaka loyvisskipanina og seta eina heilt nýggja skipan í gildi, har fiskirættindi verða seld á uppboði.
Eyðstein Djurhuus heldur, at kemurt að hartil, at fiskivinnan má velja part í hesum stríði, er tað sera óheppið. - Tørvur er á einum meira fjøltáttaðum orðaskifti, um hvussu vit fáa eina fiskivinnu, sum gagnar okkara fólki best. - Eitt er tó greitt, at fiskimaðurin skal vænta, at hann kemur at lata ein part av sínari inntøku, til annaðhvørt tilfeingisgjald ella uppboðssølugjald, segði Eyðstein Djurhuus, nú hann takkaði fyri seg sum formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum.
|