- Sjálvandi hugsa vit um smittuvanda, tá vit hava trupulleikar við laksalús, men eg haldi, at kunngerðin, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan gongur eftir, tekur ov lítið hædd fyri veruligu umstøðunum.
Tað sigur dagligi leiðarin hjá alifelagnum, Faroe Farming í Suðuroy, Egil Steintórsson.
Heldur ikki hjá føroysku laksavinnuni veksa trøini inn í himmalin, sum líkt er til, at onkur kanska heldur. Laksalús hevur verið og er ein plága í nógvum alibrúkum kring landið.
Hjá Faroe Farming í Suðuroy hava tey eisini verið og eru framvegis plágað av laksalús, tó at nógv tann størsti parturin av fiskinum hjá felagnum er uttan skavank av lúsini.
Faroe Farming hevur í løtuni aling á fýra støðum í Suðuroy - á Vágsfirði, Lopransfirði, Hovsfirði og út fyri Froðbiarlandinum.
Egil Steintórsson, dagligur leiðari hjá Faroe Farming, sigur, at í vár misti felagið nógvan pening í alingini á Hovsfirði. Orsøkin var títtleikin av laksalús og krøvini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni um tøku.
Seinni hevur laksurin eisini verið nógv plágaður av lús á Vágsfirði og Lopransfirði, har bara ein aliringur nú er eftir, sum ætlandi verður tømdur millum jól og nýggjár.
- Orsøkin til mista laksavirði er ein kunngerð um laksalús sum ásetir, nær fiskur, sum er fongdur við lús, skal takast.
Egil Steintórsson vísir á, at tað er so stórur prísmunur á laksi, sum er 5 kilo og størri - og so laksi, sum vigar minni enn 5 kilo. Tað er her, at stóri missurin liggur, tá krøv koma um at taka laksin vegn lús.
Dagligi leiðarin hjá Faroe Farming metir, at felagið í ár hevur mist fyri einar 25-30 miljónir krónur í laksavirði.
Hann sigur, at laksur, sum er fongdur við lús, í allar mátar er mannaføði, men hann ásannar, at smittuvandi er, tá lúsatalið gerst so stórt.
- Persónliga haldi er kortini, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan átti at tikið nøkur fyrivarni og atlit - alt eftir, hvar alingin fer fram, tí tað er serliga, tá onnur alibrúk liggja tætt uppat, at vandi er fyri smittu.
Egil Steintórsson heldur, at nevnda kunngerð helst er gjørd, meðan lúsaplágan enn var lítil, og nú fleiri alibrúk dragast við lús - ikki bara í Suðuroy, men so sanniliga eisini norðanfyri - er missurin av ov tíðliga tiknum laksi ómetaliga stórur.
Krøvini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni til Faroe Farming í løtuni eru, at felagið tekur 320 tons av laksi um vikuna, men tøkuorkan er bara 50 tons um dagin. Tað viðrar heldur einki serligt, og tí verða eisini dagar mistir orsakað av veðri.
Leiðarin sigur, at ætlandi koma tveir brunnbátar hjá Bakkafrosti suður nú millum jóla og nýggjárs at taka eini 1000 tons av laksi, men hetta letur seg bara gera, um líkindini loyva tí.
- Meginparturin av hesum fiski er niðan fyri 5 kilo, og tí er hetta ein ovurhonds stórur missur fyri felagið, sigur Egil Steintórsson hjá Faroe Farming í Suðuroy.










