Føroyski útflutningurin minkaður 200 milliónir

Næstan helvtin av øllum útflutningi er alifiskur


Níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár er føroyski útflutningurin 4,4 milliardir krónur.

Tað vísir seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni. 

Men uppgerðin vísir eisini, at sostatt er útflutningurin í ár 200 milliónir krónur minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.

 

Uppgerðin vísir, at útflutningurin av laksi heldur fram at vaksa og alifiskur er

næstan helvtin av útflutninginum. Um somu tíð í fjør var alifiskur sløk 40 prosent av útflutninginum.

Samstundis er útflutningurin av uppsjóvarfiski, serliga av makreli, minkaður.

 

Higartil í ár hava vit útflutt fyri meir enn tvær milliardir krónur av laksi, og tað eru góðar 200 milliónir meir enn í fjør.

Í virði er vøksturin sostatt 12%, men nøgdin er vaksin 6%.

Útflutningurin av uppsjóvarfiski er minkaður 30% í virði, og í nøgd er minkingin 25%. 

 

Í ár er makrelurin fiskaður seinni á árinum, tí tað hevur borið til at fiska í ES-sjógvi, eftir at ES og Føroyar hava gjørt avtalu um makrelfiskiskapin. 

Tað er útflutt fyri 930 mió. kr. av botnfiski í ár, eitt vet minni enn í fjør. Í tonsum er útflutt 9% meira.