Landsstýrismaðurin við vinnumálum, Poul Michelsen, hevur lagt eitt uppskot fyri tingið, sum gevur føroyskum framleiðarum møguleika at selja føroyskt neyta- og seyðakjøt til matna.
Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin, hevur eisini lagt eitt uppskot fram, sum loyvir durasølu av føroyskum matvørum.
Framsøgumaðurin fyri Javnaaðrflokkin, Bjarni Hammer, var jaligur um málini bæði, meðan framsøgukvinnan fyri Tjóðveldi ivaðist í um hetta er rætti vegurin at ganga.
Hon vísti á, at tað er vandamikið at fara lætt um matvørutrygdina og fanst at, at matvørumyndugleikarnir ikki hava verið við at gera uppskotini bæði, sum Løgtingið júst nú umrøður.