Føroyskar kvinnur í skotskan eld í dag

Føroyska kvinnulandsliðið skal í dag royna seg í HM-dysti ímóti sterka skotska landsliðnum

Meðan skotar í hesum døgum kjakast óført um, hvørt tey skulu hava loysing ella samband við restina av bretska ríkinum, fara bestu skotsku fótbóltskvinnurnar á vøllin at spæla ímóti føroyska kvinnulandsliðnum.

 

HM-dystur millum Skotland og Føroyar verður spældur í kvøld á Fir Park í Motherwell – heimavøllinum hjá føroyska landsliðsmálmanninum Gunnari Nielsen – og uppgávan hjá føroyska liðnum er stór.

 

Skotland hevur sera sterkt kvinnulandslið og liggur saman við Svøríki langt fremst í HM-bólki 4, har Føroyar og Norðurírland hava 2 stig hvør. Tá ið Skotland vitjaði á Tórsvølli í fjør, vunnu tær 7-2, og tað er greitt, at føroyska liðið fer at koma undir stórt trýst á Fir Park í kvøld.

 

Landsliðsvenjarin Jón Pauli Olsen hevur sett føroyska liðið, sum skal byrja dystin í dag.Uppstillingin verður hendan:

 

Randi Wardum – Sigrun Kristiansen, Malena Josephsen, Liljan av Fløtum, Oddrún Danielsen – Íðunn Magnussen, Ansy Sevdal, Eyðvør Klakstein, Rannvá Andreasen, Fríðrún Danielsen – Heidi Sevdal


Omanfyri ber til at síggja videosamrøðu við skotska málverjan, ið spælir sín landsdyst nummar 175 í dag. Gemma Fay heldur, at føroyska liðið hevur ment seg nógv seinasta árið.
 

Dysturin millum Skotland og Føroyar byrjar kl. 17.30.