Føroyskar kvinnur betri ráðgving um fosturtøku

Nýggja fosturtøkuráðgevingin hjá Karsten Hansen fer nú at virka av álvara

 

Nú verður sjøtul av álvara settur á nýggja forstutøkuráðgevingin, sum Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, ætlar at skipa til føroyskar kvinnur.

 

Tað varð rættiliga umstrítt, tá ið hann kunngjørdi, at hann ætlaði at skipa eina serliga ráðgeving til kvinnur sum umhugsa fosturtøku.

Men síðani hevur verið arbeitt við málinum og í løgtinginum upplýsti Karsten Hansen, at arbeiðið at skipa ráðgevingina, gongur væl.

 

Tað verður Gigni, sum skal umsita ráðgevingina og fyri at tryggja fakliga støðið, hava heilsufrøingarnir fingið eftirútbúgving í sosialfakligum, løgfrøðiligum, etiskum og sálarfrøðiligum viðurskiftum.

Men er brúk fyri serligari ráðgeving, eru eisini avtalur gjørdar um uttanhýsis ráðgeving frá sálarfrøðingi, ella øðrum fakfólkum.

 

Karsten Hansen sigur, at tær kvinnur, sum leita sær ráðgeving, kunnu sjálvar velja, hvønn heilsufrøðing, tey vilja hava at ráðgeva sær, men tær kunnu eisini venda sær dulnevndar til Gigni við telefon ella telduposti.

Karsten Hansen sigur, ráðgevingin hevur longur ráðgivið fleiri kvinnum, men í næstum verður ein heimasíða klár við upplýsandi tilfari.

 

Samstundis er ein upplýsandi faldari við at vera liðgur, sum verður latin øllum lommunulæknum og sum teir skulu lata kvinnum, sum umhugsa fosturtøku.

- Vit leggja dent á, at talan er um eitt tilboð og at gáttin til ráðgevingina skal vera so lág sum gjørligt, sigur landsstýrismaðurin.

 

Annars varð víst á í Løgtinginum, at gamla ráðgevingin um í sambandi við fosturtøku, varð ikki nógv brúkt, við tað, at tað vóru bara ein ella tvær kvinnur sum vendu sær til hana um árið.