Føroyskar fyritøkur á skotskari oljumessu

Fleiri føroyskar fyritøkur luttaka á Offshore Europe 2015, ið byrjar í dag.

Í dag lata dyrnar upp til eina av størstu oljumessunum í bretska ríkinum, Offshore Europe 2015. Oljumessan verður hildin í skotska oljubýnum Aberdeen.


Føroyingar eru væl umboðaðir á messuni. Sambært Vinnuhúsinum, so luttaka fleiri fyritøkur og stovnar á føroyska básinum. Tey eru Pam Offshore Services, Atlantic Supply Base, Atlantic Airways, Føroya Tele, Runavíkar Havn, Vágs Havn og Tórshavnar Havn. Harafturat luttaka eisini Jarðfeingið og Føroya Oljuídnaðarbólkur á básinum.


Oljumessan varar í fýra dagar, har føroysku luttakararnir fáa møguleikan at hitta kundar og samstarvsfelagar í evropeisku oljuvinnuni.


Tað er Oljuvinnufelagið, ið samskipar føroyska básin.