Føroyska U21-landsliðið er greiður favorittur hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini upp á U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Andorra

Savnsmynd

Í annaðkvøld klokkan 18 spælir føroyska U21-landsliðið fyrsta EM-undankappingardystin í hesi undankappingini, tá Andorra kemur á vitjan á vøllinum við Djúpumýru norðuri í Klaksvík.

 

Andorra megnaði javnleik 0-0 móti Hvítarusslandi fyrr í ár, og tað ber boð um, at teir vera torførir at bróta niður hjá føroyska liðnum.

 

Kortini er føroyska U21-landsliðið greiður favorittur hjá 10 altjóða veddingarfyritøkum at vinna dystin móti Andorra. 

 

Oddsini upp á heimasigur til Føroyar liggja millum 1,33 og 1,48, ið er rættiliga lágt fyri eitt føroyskt landslið í einum undankappingardysti.

 

Oddsini upp á útisigur til Andorra liggja millum 6,75 og 8,00.

 

Her eru oddsini: 

##med2##

 

Savnsmynd