Tað varð føroyska skipasmiðjan, Mest, sum vann kappingina um at byggja Bakkanes hjá Bakkafrosti um til eitt tænastuskip til alivinnuna. Tað boðar Bakkafrost frá í dag.
Sum liður í íløguætlanini fyri alingina í Skotlandi, keypti Bakkafrost herfyri veitingarskipið, Bakkanes, úr Noregi. Skipið skal umbyggjast til tænastuskip, og nú er greitt, at tað verður skipasmiðjan MEST, sum skal gera skipið klárt til at virka í alivinnuni.
- Arbeiðið at umbyggja skipið til tænastuskip varð boðið út til 10 skipasmiðjur í Noregi, Danmark, Hollandi, Póllandi, Skotlandi og í Føroyum. Vit hava havt góðar royndir við MEST, sum eisini umbygdi tænastuskipið, Róland, og júst nú setur somu viðgerðartól í tænastuskipið Martin, sum Bakkanes eisini skal hava. Vit líta tískil á, at MEST fer at megna uppgávuna til fulnar, sigur Sverri Kjærbæk, rakstrarleiðari hjá Bakkafrost.
Arbeiðið at umbyggja Bakkanes til tænastuskip er umfatandi og fevnir millum annað um sandblásing og máling, umframt at fýra kranar og trossaspøl skulu setast í, umframt at nýggja FLS avlúsingarskipanin skal setast í, umframt annað.
Manning frá Bakkafrost fer nú til Noregs at sigla skipið til Føroya, og síðani verður farið undir umbyggingararbeiðið beinanvegin. Skipið verður væntandi liðugt umbygt hálvan august og fer síðani beinanvegin í tænastu í Skotlandi, sigur Bakkafrost.