Føroyska Perlan á Vestaru Bryggju

Á tíðindafundinum á Havnarskrivstovuni hjá Tórshavnar havn í gjár, har kunnað varð um vinnuligu ætlaninar við saltsølubygninginum á Vestaru Bryggju, vóru eisini tankar frammi um, hvat ætlanin er at brúka sjálva saltsiloina til.

 

Tvørmátið á saltsiloin innan er umleið 20 metrar, og veggirnir eru millum 25 og 30 sentimetrar tjúkkir. Her eru eingi vindeygaop, men tað er einki til hindurs fyri at skera í betongið.

 

in.fo fekk upplýst, at áhugi er fyri at leiga siloina, sum kann deilast upp í tríggjar hæddir, har møguleikar eru fyri ymiskum virksemi.

 

Ein møguleiki er matstova á ovastu hæddini.

 

Tá in.fo spurdi, um hugsandi er, at her verður ein "malandi" matstova eins og kenda Perlan í Reykjavík, var svarið, at einki er óhugsandi.

 

- Tað veldst um áhuga og hugflog, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.