Uppáhaldið hjá Sambandsflokkinum er, at ríkisfelagsskapurin tryggjar okkum bíligari rentu fyri sethúsalán. Sambandsflokkurin samanber við rentustøði í Íslandi, og ger niðurstøðuna, at fara vit úr ríkisfelagsskapin, skulu føroyingar rinda 4000 krónur meira í rentu um mánaðin.
Hetta er í besta føri tí mann ikki veit betur, ella í ringasta føri rein manipulatión. Tí hetta uppáhaldið er skeivt úr enda í annan.
Ísland hevur hægri rentu enn Føroyar, tí Ísland hevur sjálvstøðugt gjaldoyra og høga inflatión. Hetta merkir, at íslendska krónan missir skjótari sítt virði, enn eitt nú danska krónan. Tá peningastovnar læna pengar út, seta teir tískil eina hægri rentu á fyri at tryggja seg móti kurstapi.
Harafturat hevur føroyska Moody’s ratingin einki við lán úr peningastovnum at gera. Rentan hjá føroysku bankunum verður ávirkað av leiðandi rentuni hjá Tjóðbankanum. Moody’s ratingin kann hinvegin ávirka rentuna á lánum, sum føroyski landskassin tekur. Men hetta hevur sum sagt einki við sethúsalán at gera.
Um mann vil hava góðar grundgevingar fyri at halda fast við ríkisfelagsskapin, so er at finna grundgevingarnar, heldur enn bara at finna uppá tær.
Bjarni Kárason Petersen
Framsókn