Føroyska Maria í donsku Miss Universe finaluni

- Eg sakni kvirruna við Gjógv og tað sera vakra útsýnið, sigur Miss Universe Vejen, Maria Andreasdóttir Sørensen.

Í kvøld klokkan 19 verður seinna umfar av donsku Miss Universe finaluni í Bella Ský sentrinum í Keypmannahavn, og ikki kann sigast annað, enn at Føroyar eru væl umboðaðar. 


Turið Elinborgardóttir luttekur sum miss Universe Føroyar, ímeðan Laila av Reyni er dómari og sniðgevi til kappingina. Í umfarinum í gjárkvøldið vóru allir luttakararnir í kjólum frá føroyska sniðgevanum. 


Tær báðar eru tó ikki einastu føroysku umboðini. Miss Universe Vejen hevur nevniliga eisini føroyskar røtur. Maria Andreasdóttir Sørensen, ið sum nevnt umboða Vejen kommunu, er ættað frá Gjógv. Hon er 22 ára gomul og lesur í løtuni til tíðindafólk á Syddansk Universitet í Odense. Umframt hetta arbeiðir hon sum modell og sjónleikari og týðir tilfar til heimasíðuna purewellness.dk. 


- Eg eri uppvaksin á einum bóndagarði á Jyllandi, hjá føroysku ommu míni, Maria á Gjógv ella Maria Sivertsen, gift Sørensen. Tað er eftir henni, eg eri nevnd. Hon er mín størsta fyrimynd og tann besta eykamamman, eg kundi droymt um. Hon gjørdi tjúkkar, føroyskar pannukøkur og sang, framførdi og lat meg og beiggja mín liva sum í eini søgu hjá Astrid Lindgren. Okkum fattaðist einki, sigur Maria Andrasardóttir Sørensen. 


Sum luttakari í miss Universe, hevur hon gjørt nógv burtur úr at savna peninga til ymisk endamál, millum annað til ellisheimið, sum omma hennara er á nú. 


- Eg vóni, at halda á við tí framyvir, og í løtuni eri eg í samband við fyrireikararnar av eini legu fyri børn við krabbameini, sum verður í heyst. So eg vóni, eg kann nýta mín “vakurleika” til at savna pening til slíkar legur. Harumframt vóni eg, at luttøkan her, verður ein pallur móti dreyminum at gerast sjonleikari. Tað er mín stóri dreymur, at liva av at liva meg inn í ymiskar leiklutir. Tað er sum at spæla allan dagin, sigur hon. 


- Eg vóni, at vitja Føroyar aftur næsta vár. Eg sakni kvirruna við Gjógv og tað sera vakra útsýnið. Eg gleði Meg eisini at vitja “onkel” Páll og konu hansara Berit, sum altíð vísa mær tað størsta gestablídni, og at hoyra tann fantastiska, sarkastiska, føroyska humorin hjá Pálli, sigur hon. 


Tá finalan er liðug, liggur kósin beina leið til Thailands, har Maria Andrasardóttir Sørensen skal verða í starvsvenjing hjá ScandAsia í eitt hálvt ár.