Í Finnlandi staðfesti tey, at tað eru 11 ár síðani, at finska fótbóltslandsliðið vann tveir undankappingardystir á rað. Nú vónar finska fótbóltstjóðin, at tann fyri tey ónda ringrásin verður brotin mánakvøldið, tá finska landsliðið klokkan 19.45 skal takast við føroyska fótbóltslandsliðið í EM-undankappingini.
25 ára gamli Lukas Hradecky, sum av uppruna er slovaki verjir málið hjá Finnlandi. Hann hevur áður vart málið hjá Brøndby (2013-2015), og málið hjá Esbjerg (2009-2013). Nú spælir hann við týska bundesligafelagnum, Eintracht Frankfurt.
Heldur ikki Lukas Hradecky undirmetir føroysku mótstøðuna í samrøðu við finska kringvarpið. - Vit skulu sjálvandi royna at halda nullið aftur. Vit skulu ansa eftir, at føroyska liðið hevur vandamikil fríspørk, hornaspørk og innkøst. Eg vóni, at vit við okkara nývunna sjálvsálitið aftaná 1-0 sigurin ímóti Grikkalandi kunnu skora fleiri mál, so fer tað at ganga hjá okkum, sigur Lukas Hradecky í samrøðu við finska kringvarpið.
Lukas Hradecky hevur spælt 21 dystir fyri finska fótbóltslandsliðið, og somuleiðis 21 landsdystir fyri tey finsku ungdómslandsliðini.