Føroyska liðið til landsdystin móti Grikkalandi í kvøld, er nú sett. Á føroyska liðnum fáa Bárður Hansen og Gilli Sørensen fyri fyrstu ferð møguleikan frá byrjan á bakkunum. Bárður Hansen kemur at spæla sum høgri bakkur, meðan Gilli Sørensen kemur at spæla sum vinstri bakkur.
Hinir sum byrja inni, eru allir teir somu, sum spældu á útivølli móti Grikkalandi í november mánað í fjør.
Føroyska liðið sær tí soleiðis út:
Í mál: Gunnar Nielsen
Í verjuni frá høgru: Bárður Hansen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Gilli Sørensen
Á miðvøllinum frá høgru: Sølvi Vatnhamar, Brandur Olsen, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson og Christian Lamhauge Holst
Fremsti maður: Jóan Símun Edmundsson
Á bonkinum hjá Føroyum sita: Teitur M. Gestsson, Tórður Thomsen, Einar Tróndargjógv, Pól Jóhannus Justinussen, Klæmint A. Olsen, Odmar Færø, Róaldur Jakobsen, Høgni Eysturoy, René S. Joensen, Jóhan T. Davidsen, Kaj Leo í Bartalsstovu og Andreas Lava Olsen.
Dysturin millum Føroyar og Grikkaland byrjar í kvøld klokkan 19:45. Rás 2 byrjar at senda upptakt til dystin longu klokkan 16:00.