Føroyska liðið er sett

Jóhan Troest Davidsen, Roaldur Jacobsen og Odmar Færø eru nýggir á liðnum

Lars Olsen hevur sett navn á teir fyrstu ellivu, sum byrja á vøllinum ímóti Rumenia. Róaldur Jakobsen og Odmar Færø avloysa Fróða Benjaminsen og Hall Hansson á miðuni

 

Les eisini: Óvæntaður avloysari á miðvøllinum

 

Føroyska liðið hevur fyrireikað seg væl, men stóra avbjóðingin hjá venjarunum, Lars Olsen og Jóannes Jakobsen, hevur verið at manna miðvøllin av nýggjum, umframt at finna ein nýggjan høgra bakk fyri Jónas Tór Næs.

 

Men nú er avgerðin tikin. Jóhan Troest Davidsen avloysir Jónas Þór Næs á høgra bakki, og á sentrala miðvøllinum verða tað Róaldur Jakobsen og Odmar Færø, ið avloysa Fróða Benjaminsen og Hall Hansson.

 

Føroyska liðið byrjar soleiðis:

Gunnar Nielsen verður í mál, og í verjuni verða Jóhan Troest Davidsen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad og Viljormur Davidsen.

 

Á miðvøllinum verða Christian Lamhauge Holst, Odmar Færø, Róaldur Jakobsen og Sølvi Vatnhamar, meðan Brandur Hendriksson Olsen verður framrættaður miðvallari.

 

Í føroyska álopinum verður málskjúttin í Pireus, Jóan Símun Edmundsson.

 

Á bonkinum verða Tórður Thomsen, Teitur Matras Gestsson, Rene Joensen, Klæmint Andrasson Olsen, Andreas Lava Olsen, Gilli Sørensen, Pól Jóhannus Justinussen og Kaj Leo í Bartalsstovu.