Føroyingar fara ikki at áseta sær makrelkvotu fyri 2014, fyrr enn ein roynd er gjørd at fáa semju við Noreg og ES. Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. Landsstýrismaðurin vísir á, at bæði ES og Noreg steðgaðu fiskivinnusamstarvinum við Føroyar, tá føroyingar ásettu sær egna makrelkvotu í 2010.
-Vit fara at tosa við teir báðar partarnar, áðrenn vit áseta okkum makrelkvotu fyri árið í ár, sigur Jacob Vestergaard við in.fo.
Íslendskir fjølmiðlar hava nevnt, at føroyingar fara at tilluta sær 23 prosent av teirri tilmæltu ICES-heildarkvotuni av makreli, sum er 895.000 tons. Tað hevði givið Føroyum 206.000 tons, og tað verður kanska eisini úrslitið.
-Jú, tað er ein møguleiki, sigur Jacob Vestergaard við in.fo.