Føroyska Jasmin skrivar søgu

Tað er bæði fyrstu ferð, at ein bólkur vinnur songkappingina og at Blachman vinnur

Blachman, sum einaferð ætlaði at sløkka fyri sms sambandinum millum Føroyar og Danmark undir X Factor, hevur broytt meining um føroyingar.

Bólkurin hjá honum AnthonyJasmin við føroysku Jasmin Dahl, vann í gjár, og hetta er ikki bara fyrstu ferð, at ein bólkur vinnur. Tað er eisini fyrstu ferð, at Blachman vinnur.

Blachman er ovurfegin og hóttur við at koma til Føroyar, fyri at finna útav, hvat tað er, sum ger føroyingar serstakar innan tónleik.

AntonyJasmin fara avgjørt at blíva við at gera tónleik saman, siga tey bæði.

Jasmin Dahl er 15 ár og býr í Høje Gladsaxe. Mamma hennara Hanna er føroysk og er ættað úr Vági.