Føroyska dansivirkið RIVA í Taivan

Í síðstu viku umboðaðu Rannvá G. Niclasen og Vár Bech Árting føroyska dansivirkið RIVA til eitt altjóða dansitilhald í Taivan.

 

Seinastu vikuna hava 10-15 altjóða dansarar úr Ehrstrand Dance Collective verið saman í Yanpu Township í suður Taivan.

 

Frá klokkan 9 um morgunin til 21 um kvøldið, varð undirvíst, dansað og nýggj verk koreografera saman við yvir 30 lokalum yrkisdansarum og dansinæmingum úr Taivan.

 

Endabresturin var sýningar yvir tveir dagar. 

 

##med4##

 

Dansitilhaldið, ið varð hildið fyri 5. ferð, varð fyriskipað av Seed Dance Company úr Taivan og altjóða Ehrstrand Dance Collective.

 

##med5##

 

Í ár luttóku 10 altjóða dansarar úr Týsklandi, Fraklandi, Sveis, Italia, Hollandi, Japan, Svøríki, Grikkalandi, umframt tey tvey umboðini frá Føroyum.

 

Vár og Rannvá hava í hesum umfarinum undirvíst í “partnering”, Rannvá hevur undirvíst í samtíðardansi/floorwork, og báðar hava verið við til at skapa eitt verk saman við svensku Julia Ehrstrand (leiðari av Ehrstrand Dance Collective).

 

Harumframt framførdu tær eisini í fleiri verkum skapað av øðrum koreografum.

 

Í høvuðsheitum varð arbeitt við samtíðardansi til dansitilhaldið, men allur dansur kann umboðast - nevnast kann m.a. jazz, írskur steppdansur og taivanskur fólkadansur.

 

##med2##

 

##med3##

 

Hetta er 3. árið at RIVA hevur luttikið.