Føroysk Verkfrøðilesandi fingið áhugafelag

Verkfrøðilesandi í Danmark hava stovnað áhugafelag, nevnt IDA FØR-ING. Endamálið er at virka fyri at samansjóða verkfrøðislesandi úr Føroyum, umframt at skapa samstarv við føroyska vinnulívið

Verkfrøðilesandi í Danmark hava stovnað áhugafelag, nevnt IDA FØR-ING. Endamálið er at virka fyri at samansjóða verkfrøðislesandi úr Føroyum, umframt at skapa samstarv við føroyska vinnulívið.

 

IDA FØR-ING fer soleiðis at styrkja møguleikarnar hjá lesandi at skriva uppgávur, fáa lestrarstarv ella starv í summarfrítíðini hjá føroyskum fyritøkum - og hareftir eisini økja um møguleikarnar at fáa arbeiði eftir loknan lestur.

 

IDA er eitt danskt áhuga- og yrkisfelag fyri verkfrøðilesandi og verkfrøðingar í Danmark. FØR-ING er partur av danska felagnum IDA og saman við teimum fara vit at skipa fyri ymiskum tiltøkum sum hava til endamáls at styrkja kervið millum tey lesandi og menna tey fagliga.

 

IDA FØR-ING hevur skipað fyri ymiskum tiltøkum og 13. november kl.19.00 verður eitt tiltak har møguleiki er at hoyra Hera Schwartz Jacobsen frá Defined Energy greiða frá royndum sínum sum íverkseti. Eisini kemur Øystein Patursson frá Fiskaaling at greiða frá teirra virksemi, og leggja fram hugskot til uppgávur sum tey lesandi kunnu skriva fyri tey. Tiltakið verður hildið á høvuðssætinum hjá IDA í Keypmannahavn.

 

Felagið virkar úr Keypmannahavn, men verkfrøðislesandi aðrastaðni frá eru eisini vælkomin. Tað er Trúgvi Kristiansen sum hevur tikið stig til hetta átak og er formaður í IDA FØR-ING.IDA FØR-ING er at finna bæði á Facebook og LinkedIn.

 

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Trúgva Kristiansen frá Ida Før-ing