Komandi vikan verður merkt av Faroese Music Awards (FMA), sum er eitt tiltak, sum skal heiðra teimum bestu í føroyskum tónleiki seinasta árið.
Talan er um nýtt tiltak, sum Miðlahúsið, Kringvarpið og Norðurlandahúsið í felag skipa fyri.
Stóra heiðurslønarkvøldið verður næsta leygarkvøld í Norðurlandahúsinum, men alla komandi vikuna fer FMA at seta dám á fjølmiðlarnar – serliga Rás2 og Útvarpið.
Útvarpsstøðirnar fara bert at spæla føroyskan tónleik í næstu viku, og eisini verður gjørt burtur úr FMA í ymiskum sendingum ígjøgnum vikuna.