Í kvøld klokkan 19.30 føroyska tíð hittast Silkeborg og AaB í donsku steypakappingini. Dysturin verður spældur á Mascot Park í Silkeborg, og tað ber til at fylgja við á TV3+ rásini.
Tveir føroyingar eru í átjan manna stóra Silkeborg hópinum. Talan er um Christian Lamhauge Holst og Ara Mohr Jónsson. Ari er tøkur aftur, eftir at hann í tríggjar vikur hevur verið uttanfyri orsaka av skaða í øklaknútinum.
Hallur Hansson er í átjan manna hópinum, sum eru í AaB ferðalagnum í Silkeborg.
Allir tríggir – Ari, Christian og Hallur – eru boðsendir til teir báðar landsdystirnar, sum Føroyar í næstu viku og í aðru viku skulu spæla ímóti Kasakhstan og Týsklandi.