Føroysk sniðgeving til Miss Earth

Sniðgevin Laila av Reyni er biðin at gera ein kjóla til stóra, altjóða vakurleikakapping

Nú er líkt til, at føroysk sniðgeving verður umboðað, tá stóra altjóða vakurleikakappingin Miss Earth 2013 fer fram.

 

Tað er sniðgevin Laila av Reyni, sum hevur fingið ein fyrispurning frá Josefine Mikuta, ið skal umboða Danmark til Miss Earth 2013. Hetta verður um góðar tríggjar vikur, tá vakurleikakappingin hesaferð fer fram á Filipinunum.

 

Danska modellin hevði sæð kjólan, sum Laila av Reyni seymaði til Miss Danmark í summar, og var als ikki í iva um, at føroyski sniðgevin eisini skuldi gera henni kjólar, tá hon skuldi luttaka í Miss Earth 2013 á Filipinunum.

 

Eg havi í roynd og veru ongantíð hoyrt um hesa kappingina, men tá Josefine setti seg í samband við meg, fór eg á netið at finna okkurt um kappingina og sá, at talan er um eina rættiliga stóra kapping, har modellir frá øllum heiminum kappast, fortelur Laila av Reyni, sum longu er farin í gongd við kjólan.

 

- Enn einaferð havi eg fingið fríar teymar frá einum rættiliga kendum navni, og tað ger uppgávuna so øgiliga nógv meira spennandi, sigur Laila av Reyni, sum mánadagin fer at senda tveir kjólar til Danmarkar, sum modellin síðani skal hava við sær til Filipinirnar.

 

- Tann eini kjólin symboliserar 'Earth', og tann kjólan skal hon brúka á sjálvum pallinum framman fyri teimum mongu hyggjarunum. Síðani geri eg henni eisini ein annan kjóla, sum hon skal brúka til tey meira formellu tiltøkini, greiðir ein spent Laila av Reyni frá.

 

Hetta vikuskiftið fer hon at seyma tað síðsta av kjólunum, áðrenn teir verða sendir av landinum mánadagin.