Føroysk skúlabørn duga betur at lesa nú, enn tey hava gjørt.
Tað vísir úrslitið av seinastu landsroyndunum, skrivar Skúlablaðið.
Tað eru børn í 4. flokki og 6. flokki, sum eru til landsroynd.
Í 6. flokki fáa 97,1 prosent av børnunum skoðsmálið frá “miðal” og uppeftir, og hjá 2,9 prosent av børnunum var úrslitið “undir miðal”, ella “ikki nøktandi”, og tað er besta úrslitið øll árini.
Hinvegin liggja børnini í 4. flokki liggja umleið á sama stigi sum árið fyri.
Bólkurin av børnunum, har úrslitið er ”undir miðal”, ella ”ikki nøktandi”, er minkaður úr 8,1 prosent, niður í 7,6 prosent.
Bólkurin av børnum, sum klára seg ”miðal”, ella ”yvir miðal”, er vaksin úr 27,8 prosent til 31,3 prosent.
Hinvegin er bólkurin, ar úrslitið var ”gott”, ella ”sera gott”, minkaður úr 64,1 prosentum, niður til 61,2 prosent í mun árið frammanundan.
Úrslitið av seinastu landsroyndini er sostatt eitt vet betri enn í 2012, men sum heild er tað munandi betri enn árini frammanundan.
Eitt undantak er 2011, tá tað vóru 4,2 prosent av børnunum, sum lógu undir miðal.
Í 2010 lógu 32,3 prosent ”undir miðal” og í 2009 var talið 16,4 prosent.
Skúlablaðið skrivar, at senast vóru tað eisini fleiri børn, sum fáa úrlslitið ”sera gott”, enn øll árini frammanundan.
Tað sama ger seg galdandi fyri 6. flokk.
Tølini eru áleið tey somu sum fyri 2012. Talið á teimum, har úrslitið er ”ikki nøktandi”, ella ”undir miðal”, er lækkað úr 3,5 prosent, niður í 2,9 prosent.
Børnini, har úrslitið er ”miðal” ella ”yvir miðal” er hækkað úr 26,7 prosentum, upp í 27,5 prosent.
Hinvegin er bólkurin, har úrslitið er ”gott” ella ”sera gott” at kalla tann sami sum fyrraárið ella ímillum 69,8 prosent til 69,6 prosent.
Kortini fáa 97,1 prosent av børnunum, skoðsmálið frá ”miðal” og uppeftir, og 2,9 prosent fáa skoðsmálið ”undir miðal” og ”ikki nøktandi”.
- Hetta er besta úrslitið øll árini, skrivar Skúlablaðið.
- Í 2012 vóru 96,5 prosent í bólkinum frá miðal til sera gott, meðan 3,5 prosent lógu undir miðal.
Hetta er ein munandi framgongd samanborið við 2011, tá 92,3 prosent lógu frá miðal og upp, og 7,7 prosent lógu frá ”undir miðal” og niðureftir.
Tað eru fleiri næmingar enn nakrantíð, ið fáa skoðsmálið ”sera gott”, íalt 46,4 prosent, aftur ímóti til 25,2 prsosent í fyrraári.
|