Aftur í ár skipar róðrarfelagið Neystið fyri Atlantic Airways Færø Regatta í Ishøj. Har verður kappróður, livandi tónleik og hugnaliga samveru og alt møguligt annað
Róðrarstevnan verður í Ishøj nú leygardagin og lagt verður til brots klokkan 14 á Tanganum við listasavnið Arken. Har fer føroyski umboðsmaðurin í Danmark, Sigmundur Isfeldt, at seta stevnuna, áðrenn farið verður undir kappróðurin.
Umframt kappróðurin, verður eisini framsýning í kajakkróðri, umframt onnur tiltøk og atgongdin er ókeypis.
Um kvøldið og um náttina verður hildið fram í felagshúsinum hjá Neystinum, Jens Marni Hansen fer at spæla, og aftaná fara Signar í Homrum og hansara menn at spæla til dans.
|