Tíðindafólk mugu hava vissu og trygd fyri, at tey ikki til eina og hvørja tíð kunnu vænta at verða fíggjarliga drigin til svars fyri arbeiði, tey útinna í bestu trúgv, skrivar fakfelagið.
Føroysk Miðlafólk gleðast um avgerðina hjá stýrinum fyri Kringvarpi Føroya, at tey taka við ábyrgd, og ætla sær at rinda møguligar bøtur, endurgjald og sakarmálskostnað fyri tey dømdu tíðindafólkini.
Fakfelagið hjá fjølmiðlafólkunum emtir, at hendan ábyrgdin í veruleikanum er sjálvsøgd fyri øll arbeiðspláss, sama hvat arbeiði ella framleiðslu, tað snýr seg um.
- Men sæð úr einum fólkaræðisligum sjónarhorni hevur tað eyka tyngd, at tað í aktuella málinum er talan um eitt arbeiðspláss, sum sambært tveimum lógum – kringvarpslógini og fjølmiðlaábyrgdarlógini – skal tryggja óheftan, kritiskan tíðindaflutning og journalistikk annars til tess at hava eftirlit við valdshavarunum. Kringvarpsstýrið hevur eisini nýliga lagt dent á, at júst hesin leikluturin skal raðfestast sera høgt í virkseminum hjá public service-stovninum.
- Skulu programmfólkini lyfta hesa uppgávu, mugu tey hava vissu og trygd fyri, at tey ikki til eina og hvørja tíð kunnu vænta at verða fíggjarliga drigin til svars fyri arbeiði, tey útinna í bestu trúgv, og sum stovnsleiðslan sjálv tekur avgerð um at senda, skriva Føroysk Miðlafólk.