Føroysk mentanarnátt í Keypmannahavn

Næsta fríggjakvøld verður føroysk mentanarnátt í Føroyahúsinum

Næsta fríggjakvøld, tað er 10. oktober, verður føroysk mentanarnátt í í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

Har verður bæði matur og drekka úr føroyskum tilfeingi, tónleikur, føroyskur dansur, sjónleikur, samrøða, upplestur og kjak um føroyskan film og føroyska filmssøgu.

Harafturat verður framsýning av klæðum, grafikki og prýðislutum hjá føroyskum sniðgevarum.

Tey, sum fara at syngja og spæla er Arnold Ludvig, Rowan og duettin, Salem, sum er mannað við  Selmu Higgins og Leu Kristinsdóttir Kampmann

 

Somuleiðis verður ein samrøða við Birgir Thor Møller, film og mentanarfrøðing, sum eisini fyrireikar tiltakið færøske biodage, um føroyska filmssøgu og týdningin av føroyskum filmum.