Føroysk mentan í Keypmannahavn í annaðkvøld

Tíðindaskriv: Leygarkvøldið hin 10. februar vera tvey almenn føroysk tiltøk hildin í danska høvuðsstaðnum.

Danny & The Veetos

Klokkan 18 letur Føroyahúsið dyrnar upp við Føstudansi. Tiltakið byrjar við borðhaldið og harmonikuspæli.

 

Fótatraðk skipar fyri við kafé, breyð, føroyskum viðskera, kaffi og køkum áðrenn tey fara uppá gólv at dansa. Barrin er opin alt kvøldið á Vesterbrogade 17, og boðað verður frá, at har verður dansað væl og leingi.

 

Seinni um kvøldið á Pilestræde 43 letur Skarvurin upp klokkan 21, og tá er ókeypis atgongd til middnátt.

 

Kendi føroyski bólkurin Danny & The Veetos trio fara at undirhalda frá klokkan 1 og langt út á náttina við Danny Baldursson á sangi og gittara, Símun Dam á ljómborð og Rúni Hentze blæsir í trompet.

 

Bólkurin hevur áður spælt í Tivoli, á stóra pallinum á Summarfestivalinum, Voxbotn, Tórsfest og teir ognaðu sær FMA heiðurin - Faroese Music Awards.

 

Skarvurin lyftir seg við livandi tónleiki áðrenn summarsteðgin við Telemama, Finnur Koba, Jens Marni Hansen, Signar í Homrum og John Johansen og suðuroyarbólkurin Revival.

 

Hinar føroysku songstjørnurnar, sum geva konsertir á Sælandi í ár, eftir kronologiskari raðfylgju, eru Døgg Nónsgjógv, Hallur Joensen og Herborg Torkilsdóttir, Teitur Lassen, Marius Ziska, Beinir, Eivør og Brimheim.

 

##med2##

 

##med3##

 

(Innsent tíðindaskriv)

 

Danny & The Veetos

Skarv