Føroysk mentan ger innrás í Íslandi

Næsta ár verður stór føroysk tónleika og mentanarstevna í Íslandi

Næsta ár verður skipað fyri stórari føroyskari tónleika og mentanarstevnu í Íslandi.

 

Hon verður í døgunum 26. – 29. mars næsta ár, sigur Gudmundur Djurhuus, vegna fyrireikararnar.

 

Í nógv ár hevur tærr samstarv, og gott vinalag, knýtt Føroyar og Ísland saman og tað hevur nú eisini vakt áhugan fyri at skipa fyri einum stórum, føroyskum tiltaki í íslandi

 

Tí hava tey, sum frammanundan fyrireika MíttLand festivalin í Danmark kasta saman í samstarvi við nýggja, risastóra og mentanarhúsið, Harpan í Reykjavík um skipa fyri tiltakinum

 

Nýggja føroyska tónleika- og mentanarstevnan í Íslandi, hevur fingið heitið,    MíttVinarland.

 

Endamálið við stevnuni er at knýta bondini ímillum Føroyar og Ísland enn fastari, eisini innan tónleik, mentan og vinnulív.

 

Seinni í ár verður greitt, hvussu skráin verður á MíttVinarland.