Fróðskapur skipar hósdagin 30. apríl fyri almennari móttøku fyri Jóan Paula Joensen, professara. Orsøkin er tvífald. Umframt at hetta er 70 ára føðingardagur hansara, gevur hann á hesum degi bók út um føroyska matmentan.
Bókin Bót og Biti er um matmentan í Føroyum frá fornari tíð til í dag. Bókin lýsir tað, sum hevur ávirka matmentanina og givið henni skap. Tað, sum hevur eyðkent gamla føroyska matmentan er tað ræsta og tað turra. Nógvar myndir eru eisini í bókini, sum kemur í tveimum bindum.
Jóan Pauli Joensen er mentanargranskari og søgumaður. Hann hevur skrivað fleiri bøkur og greinar um føroyska fólkamentan, siðsøgu og søgu. Hann er doktari í søgu og siðsøgu og professari á Fróðskaparsetri Føroya.
Móttøkan verður hildin á Hotel Føroyum.









