Talan er um eina serliga matskrá, sum kokkarnir í NaCI-samtakinum gera. Her er talan um matlist á høgum støði, og hetta er 26. ferðin, at kokkarnir í samtakinum standa fyri slíkum tiltaki.
Evnið hesa ferð er føroyskur matur, og allar rávurnar koma beinleiðis úr Føroyum. Tí vita kokkarnir enn ikki, hvussu úrvalið verður, tí talan er um púrasta feskar vørur.
- Eg veit, at fleiri av kokkunum vóna, at vit fáa hummarar frá Orca. Tað er uttan samanbering besti hummarin, sum nakar av okkum hevur roynt, sigur Tommi Kondo, sum er ein av kokkunum, við heimasíðuna, aok.dk, har tey skriva um tiltakið.
- Sjálvur vóni eg, at lambskjøt og rækjur eru millum rávørurnar, sigur Kondo, sum annars leggur dent á, at føroyskar rávørur eru í serflokki.
- Rávørurnar úr Føroyum eru bara øðrvísi enn tað, sum vit kenna til. Nakað er framúrskarandi, sumt er bara løgið, og okkurt dámar mær slettis ikki. Men sum rávøruland eru Føroyar nakað heilt fyri seg, sigur Kondo við heimasíðuna.
Um tvær vikur kemur kokkaliðið annars til Føroya at matgera, og verður hetta triða ferðin, at teir vitja her á klettunum.