Ì næstum fara føroysk listafólk til Finnlands at sýna og føra fram á nýggjum festivali.
Helsinki verður í vikuskiftinum karmur um festivalin artArtica. Fleiri norðanlond luttaka, og endamálið er at knýta arktis saman. Umboðini fyri Føroyar verða Benjamin Petersen, Mariann Hansen og Eija Makivuoti, sum er finsk men hevur sterkt tilknýti til Føroyar.
Benjamin Petersen skal framføra tónleik, meðan Mariann Hansen og Eija Makivuoti skulu sýna fram myndabókina Birgit’s Garden sum er eitt fotodokumentaristiskt portrett av Føroyum og føroyingum. Myndir úr bókini kunnu síggjast her.
- Vit vilja hava fólk at forelska seg í arktis, tí tað sum man forelskar seg í, vernir man um, skriva fyriskiparirnir á heimasíðuni hjá festivalinum.
Festivalurin byrjar 11. februar og endar 13. februar. Tað verða fólk úr Føroyum, Finnlandi, Grønlandi, Kanada, Noregi, Lettlandi og Russlandi sum luttaka, og stuðlarnir eru millum annað Norðurlandahúsið og vinafelagið hjá Finnlandi og Føroyum, sum eitur Tjaldur.
Kelda: Helsinki TIME, artartica.com og facebook











