Føroysk list á Bryggjuni

Í døgunum frá 17. august til 20. oktober verða tvær føroyskar framsýningar á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn.

Tað eru Randi Samsonsen og Bárður Oskarson, sum við ávikavist binding og tekningum geva sítt íkast til listina.

Randi Samsonsen, ið er útbúgvin klædnasniðgevi, hevur við síni framsýning roynt at geva klassiska handverkinum eitt veruligt andlitslyft. Tann vitjandi fær millum annað høvi at uppliva eina bundna og broderaða endurgeving av einum royttum havhesti.

Bárður Oskarson hevur í fleiri ár gjørt vart við seg sum teknari, og hesa ferð sýnir hann fram eina røð av ómælandi skapningum.