Týskvøldið verður ókeypis jólakonsert í Føroysku Kirkjuni í Keypmannahavn.
Konsertin verður klokkan 20 og tey ið skipa fyri tónleikinum, eru føroyska Húsakórið og Højby Drenge og Mandskor.
Tóra Vestergaard stjórnar føroyska kórinum, og Hans Raunsø stjórnar danska kórinum. Hándklokkuliðið hjá Hans Egede Kirkjuni luttekur eisini, undir leiðslu av Robert Hofstetter.
Á skránni er ein hópur av løgum við jóladámi – alt frá føroyska Tey boð nú ljoða himni frá, umframt svensk, polsk og angelsaksisk jólaløg og Glade Jul, hjá Gruber og Ingemann.
Húsakórið hevur í mong ár haft føroyska jólakonsert í Samuelskirkjuni – hettar er so fyrsta jólakonsertin í nýggja heimstaðnum hjá føroyska kirkjuliðinum í Keypmannahavn, Hans Egede Kirkju
Húsakórið syngur esnini í føroysku jólaguðstænastuni í Hans Egede Kirkjuni annan jóladag klokkan 14, og hon verður send í DR P1, sama dag klokkan 16.03.