Føroysk jólagudstænasta í Oslo

Njál Djurhuus

Sunnudagin 20. november verður árliga føroyska jólagudstænastan í Oslo.

 

Gudstænastan, sum byrjar klokkan 15, verður í ensku kirkjuni, St. Edmunds Church, Møllergata 30 í Oslo. Hendan kirkjan hevur verið brúkt til føroysku jólagudstænastuna í fleiri ár.

 

Gudstænastan, sum vinafelagið Norsk-færøysk lag skipar fyri, hevur verið hildin á hvørjum ári siðani fyrst í nítiárunum.

 

Tað verður Njál Djurhuus sum skal halda taluna undir gudstænastuni. Kirkjukaffi er aftaná gudstænastuna.

 

Njál Djurhuus