Føroysk jólaguðstænasta í donskum útvarpi

Føroyska guðstænastan í Hans Egede Kirkju annan jóladag verður send á P1 hjá DR

Sum siður er hittast føroyingar í Keypmannahavnar økinum til guðstænastu annan jóladag kl. 14:00.  Hettar er annað árið á ræð at guðstænastan verður hildin í nýggja bústaðnum hjá føroysku meinigheitini, Hans Egede Kirkju, í  Vardegade 14 á Eysturbrúgv. Útvarpsrásin P1 hjá DR sendur gudstænastuna sama dag kl. 16:03.

Aftur í ár vitjar Húsakórið , sum millum annað fer at syngja eina nýggja týðing av eingilsku jólavísuni  ”God rest ye merry gentlemen”, sum Ólavur Eysturdal hevur greitt út hondum til høvið.  Aftaná guðstænastuna eru øll vælkomin til ein drekkamunn í meinigheitshølunum.

28. novembur í 2015 fyllir føroyska kirkjuliðið í Keypmannahavn eitt hundrað ár. Í hesum sambandi er ætlanin at gera eitt syndur burturúr, millum annað við fyrilestrum, dramatiskum verkstaði, minnisriti og hátíðarguðstænastu í Eliaskirkjuni á Vesturbrúgv  – og Sunnleif Rasmussen hevur lovað at skriva motet til høvið, sum Mpiri fer at bera framm saman við solisti og urgu.

Nógv er broytt síðani føroyingar fóru at savnast til guðstænastu í Ríkishøvisstaðnum fyri hundrað árðum síðani - eisini á samskiftisøkinum eru stórbroytingar farnar fram síðani DR á fyrsta sinni sendi føroyska  jólaguðstænastu í Christiansborg Slotskirkju í 1938. Men, jólaboðskapurin er hin sami!